Minst 30 fólk hava fingið skaða av óhappinum, sum hendi í Astún sum er í Pyrineafjøllunum, nærhendis franska markinum, skriva fleiri spanskir miðlar. Av hesum hava minst 17 fólk fingið álvarsligan skaða.
Enn er ikki full greiða fingin á, júst hvat er hent.
Umstøðurnar eru truplar fyri bjargingararbeiðið. Eini 80 fólk sita framvegis føst í skílyftini.
Miðilin El Español skrivar, at bjargingarlið eru á staðnum og fleiri av teimum sum hava fingið skaða eru flutt við tyrlu á sjúkrahús.
Ojo, que parece que se ha caído al menos una silla en #Astún. Suben muchas ambulancias. pic.twitter.com/oB9hrI4i4J
— Saúl Esclarín???? (@saulesclarin) January 18, 2025
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo