Um fimm tíðina í morgun kom fráboðan til politiið um, at ein bilførari koyrdi skilaleyst við nógvari ferð í eini bygd í Eysturoynni. Talan var um bygt øki, og førarin framdi yvirhálingar, sum fólk á staðnum mettu skilaleysar, og tí meldaðu tey føraran, sum nú er skuldsettur.
Talan var um ein ungan mann, sum kortsíðani hevur fingið koyrikort.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo