Tórshavnar kommuna: Skíðfelagið Fjalir og Tórshavnar kommunu hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, sum fevnir um víðari menning, útbygging og rakstur av hentleikum og skíðumstøðum á Sornfelli.
Fjalir er skíðfelag í menning og við stórum ætlanum um skíðbreytina á Sornfelli.
Millum arbeiðini, ið ætlanin er at fremja næsta árið, er at slætta lendið og soleiðis gera breytina betri at skíða á. Eisini er ætlani at leingja breytina.
Harumframt er ætlanin at úvega nýggjar skíðliftir og sum røkka longri tein enn verandi, so at upplivingin gerst enn betri.
Sornfelli er væl egnað til skíð. Har er lætt at koma til frá Oyggjarvegnum, og um veturin er arktiskt veðurlag. Kavin liggur tí leingi, og royndirnar eru, at í til at standa á skíðum millum 40-60 dagar hvønn vetur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo