Enn ein tilburður í USA, har eitt fólk er farið at skjóta frá hond, hevur eftir øllum at døma kravt minst eitt mannalív. Minst fýra eru koyrd á sjúkrahús við skotsárum. Hendingin fór fram uttanfyri eina kirkju í Los Angeles.
Eitt fólk er handtikið.
Hendingin fór fram bert eitt samdøgur ella so eftir ein líknandi tilburð í býnum Buffalo har minst 10 fólk lótu lív.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo