Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 leggur upp til, at játtanin til fólkaskúlin skal skerast við tilsamans 5,2 milliónum, og eitt broytingaruppskot frá landsstýrinum skarvar 900.00 kr. aftrat av játtanini. Verða uppskotini samtykt, so verður tað annað árið á rað, at játtanin til fólkaskúlan verður skorin. Í 2024 vóru 1,2 milliónir skornar burtur, so tilsamans eru útlit fyri, at fólkaskúlin verður skorin 7,3 milliónir yvir tvey ár.

Í fólkaskúlanum fer tað at raka meint, og útlit eru fyri, at tað verða umleið 15 lærarar færri í skúlanum komandi skúlaár enn undanfarna. Hendan stóra skerjingin í fólkaskúlanum fer at svíða, og tað eru serliga teir næmingar, sum hava tørv á serligum uppmerksemi frá læraranum, ið koma at merkja avleiðingarnar.

Fólkaskúlin hevur seinastu árini fingið stórar uppgávur lagdar aftrat við, at tað eru so nógv fleiri næmingar, sum hava tørv á serligum fyriskipanum, uttan at neyðuga játtanin er latin fólkaskúlanum til hesar uppgávurnar. Ístaðin er alt er fíggjað við verandi játtan. Talið av næmingum í serflokkum er vaksið munandi, og tað eru nógvir næmingar, sum eru fluttir til landið og mugu verða undirvístir í føroyskum sum annaðmál. Sambært tølum í fíggjarlógaruppskotinum er kontan til serflokkar vaksin við 31 milliónum síðan 2019, og sambært tølum frá Undirvísingarstýrinum fara einar 3 mió. kr meira til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tvs. at meðan vanliga virksemið í skúlanum skal  vera á sama stigi, so eru nýggjar uppgávur komnar fyri eini 35. mió. kr., uttan at løgtingið hevur hækkað játtanina til fólkaskúlan samsvarandi.

Í teimum síðstu fíggjarlógunum hevur fólkaskúlin so gott sum bara fingið somu játtan við neyðugum lønarframrokningum, og tá tað samstundis eru komnar nýggjar uppgávur í fólkaskúlanum fyri 35 mió., so er tað í veruleikanum ein skerjing á 35 mió kr. í vanliga virkseminum í fólkaskúlanum. Tá ið fólkaskúlin aftur at hesum skal skerast uppaftur meira, so rakar tað meint, tí sparingin í vanliga virkseminum hevur longu verið so ovurhonds stór.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo