Nú ætla politikararnir at leggja meira skatt á teir, sum sigla í Norra, sjálvt um eg ikki sigli longur, hoyri eg um fleiri pør og einstaklingar, sum longu eru fluttir úr Føroyum, og nógvir eisini ætla at flyta til Norra, eg kom í tankar um eina søgu, sum eg hoyrdi fyri nógvum árum siðani.
Einferð var tað ein bóndi sum átti eina gás, sum varp eitt gullegg hvønn dag, sjálvt um bóndin var heldigur og ríkur, so yvurtók grátihein bøndan sum átti gásina, hann vantaði, at fáa ein stóran gull klump beinavegin, um hann spretti gásina upp.
Men tá hann hevði sprett gásina upp, var hon akkurát líka innií, sum allar vanligar gæs.
Eyðun Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo