Skannarin hesaferð viðger avgerðina hjá sjónvarpinum í Kvf at nevna nøvnini á tveimum kommunulæknum, sum hava arbeitt (ov) nógv.
Skulu sjúklingar verjast móti læknum, sum taka (ov) nógvar eykavaktir, spyrja vit Georg L. Petersen, tíðindaleiðara. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, velur í samrøðu í Breddanum í útvarpinum at brigsla pressuni fyri dekning av sær sjálvum, og Uni Holm Johannesen, løgtingslimur (og fyrrverandi journalistur), hevur hugskot til, hvussu politiska skipanin kann royna at bjarga veika føroyska journalistikkinum.
Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen eru vertir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo