Ein danskur sosialministari hevur biðið um umbering fyri viðferðina, sum sjúklingar í donsku serforsorgini fingu. Umberingin var send beinleiðis í Norðurlandahúsinum. Men eiga føroysku myndugleikarnir eisini at biðja um umbering? Vit tosa við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum heldur, at vit í Føroyum ikki eiga at tváa hendur okkara í donsku umberingini.
Hví vil Hanna Jensen, tingkvinna, brádliga bara tala við sínar veljarar við fornmálilskum hjá fiktiva Tróndi í Gøtu?
Og hví eru tað tíðindi, at løgreglan sigur, at einki er hent yvirhøvur, og at eingin hevur gjørt nakað galið?
Lurta eftir skannaranum - podvarp um miðlar - melur aftur.
Vertir eru Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo