John Myllhamar hevur givið enn eitt bind út í røðini "Skakandi tilburðir". Hesaferð eru 13 spennandi og ótrúligar hendingar frá veruleikanum við.
Millum annað ber til at lesa um:
-
Smádreingjum í Norðoyggjum, sum endaðu á havbotninum og mundu drukna
-
Leirvíksfólki ávegis í kirkju, tá bussurin kolaðist upp stutt eftir, at hann var komin úr tunli.
-
Havnardama, sum var við flogfari yvir frumskóginum í Suðuramerika, tá motorurin steðgaði.
-
Áhugaverd frágreiðing um bónda úr Sandavági sum var áhaldsin og datt oman.
Bókin er innbundin og hevur hópin av myndum og tekningum, sum mynda løtuna, tá tilburðurin hendi, sigur høvundurin í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo