Sjúrður Skaale, fóllkatingslimur, finnst í Skannaranum hvassliga at samrøðu hjá Jón Brian Hvidtfeldt, verti, við Árna Gregersen, viðmerkjara, í Degi og viku um innanhýsis viðurskifti í samgonguni, tá talan er um fiskivinnusamstarvið við Russland. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, svarar í Skannaranum, og hann tekur eisini samanum, nú hann leggur frá sær sum leiðari og fer aftur í vanligt journaliststarv.
Og so reisti Uni Holm Johannesen, tingmaður, spurningin á løgtingi, um Føroyar eisini eiga at biðja tey um umbering, sum undir serforsorgini vórðu flutt av landinum og teirra avvarðandi.
Tú lurtar við at trýsta á grøna pílin niðanfyri.
Vertir eru Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo