Sjóvinnustýrið er fyribilsflutt út á ídnaðarøkið við Flogvøllin, tí bygningurin í Miðvági skal umvælast. Bygningurin lak og so er staðfestur soppur í honum eisini, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, við VP.
Spurdur, hvussu leingi hann roknar við at umvælingin fer at taka, sigur hann, at talan verður helst um einar 6 mánaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo