– Eg komi aftur, segði fyrrverandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, í vikuni. Men fasti íbúgvin í Downing Street, kettan Larry, svaraði tí aftur við einum geispi.
Larry hevur verið sjálvur stabiliteturin í bretskum politikki. Tann 16 ára gamla kettan hevur starvast sum seniormúsafangari í Downing Street í yvir tólv ár. Og kettan Larry var útnevnd til starvið tí hon hevur eitt frálíka gott jaktinstinkt. Umframt at børnini hjá táverandi forsætisráðharranum vildu hava eitt kelidýr.
Les meira um kettuna Larry - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo