Eg havi ikki bara verið landsstýrismaður í heilsumálum hettar valskeiðið - eg havi eisini verið samstarvsráðharri í norðurlandamálum.
Vit hava vegna Føroyar arbeitt áhaldandi fyri sjálvstøðugum limaskapi í norðurlandamálum sambært løgtingssamtykt.
Vit hava eisini havt nógvar gevandi og læruríkar koronafundir - øll norðurlond hava havt ymiskar tilgongdir til korona, men úrslitið nú roykurin hevur lagt seg, er áleið tað sama.
Eg vil fegin styrkja tað norðurlendska samstarvið og arbeiða fyri einum sjálvstøðugum limaskapi.
Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo