"Vit í FK í Miðvági hava rent okkum í ein heldur løgnan trupulleika.
Sum flestum kunnugt, so selja vit nógv av útiplantum.
Í dag, tá ein starvsfelagi hjá mær fer út at rudda í plantumum, sær hon, at ein Kvørkveggja hevur gjørt sær reiður í einum av plantunum uttan fyri og hon liggur so trúliga og bølur.
Kvørkveggjan hevur gjørt reiðri Í einum vogni sum kann trillast og harvið er gjørligt at flyta vognin uttan at gera nakað við reiðri."
Soleiðis skriva tey hjá FK í Miðvági á sínum facebookvanga.
Í morgun siga starvsfólkini við morgunsendingina hjá útvarpinum, at kvørkveggjan er sera tom, og ongin hevur enn gjørt henni ónáðir, og tað vóna tey sjálvsagt eisini verður gongdin hereftir.
- Steggin er nógv hjá bøguni og tey rokast dúgliga her við at reiðrast, sigur Jóan Petur Joensen, handilsleiðari, við morgunsendingina.
Handilsfólkini hava sett eitt skelti upp, har tey heita á fólk um at vísa varsemi og ikki gera fuglinum ónáðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo