Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í hesum mánaðinum hevur missiónshúsið, Thabor, í Fuglafirði hildið sín 100 ára dag, og somuleiðis hátíðarheldur Frelsunarherurin í hesum døgum, at 100 ár eru liðin, síðani virksemi teirra byrjaði í Føroyum.

Vit ynskja Thabor og Frelsunarherinum hjartaliga til lukku við 100 ára døgunum og takka fyri stóra arbeiði teirra í Harrans tænastu!
_____

Men tað áhugaverda er – og tað er í stórari og inniligari tøkk til Gud – at eisini Siloa kann halda sín 100 ára dag nú í oktober, tí í dag, 24. oktober, eru eisini júst hundrað ár liðin, síðan tann fyrsti salurin hjá brøðrasamkomuni í Fuglafirði varð tikin í brúk.

Sloan
Upprunin til samkomurnar í Føroyum, ið verða nevndar brøðrasamkomur, kann førast aftur til trúboðaran, skotan William Gibson Sloan. Hann ferðaðist nógv kring landið við gleðiboðskapinum. Vit vita ikki, nær og hvussu ofta Sloan hevur verið í Fuglafirði, men Óla Hendrik av Fløtum (1927-2016), sum var ættaður úr Fuglafirði, hevur sagt frá, at tá ið gamli Sloan vitjaði bygdina, hevði hann m.a. møtir í roykstovuni hjá Toftabóndanum.

Hjørdis Høgnesen (f. 1929) minnist, at omma hennara, Jóhanna Súsanna Høgnesen (1878-1965) tosaði um Sloan. – Jóhanna, sum misti pápa sín og systur sína við bátinum, ið holvdist í 1892 við Góðadalsgjógv, plagdi at vera á møti hjá Sloan, tá ið hann var í Fuglafirði, og hon varð nógv ávirkað av hesum og hevur sagt frá, at tá ið gamli Sloan talaði, so stillaði hon seg fyri seg sjálva at lurta. Hon bleiv ávirkað av tí og kom helst til trúgv tá. Hon gekk á møtunum hjá Fredag í kjallaranum hjá jarðarmóðurini, og hon var ímillum tey fyrstu, sum savnaðust í Siloa.

Tann fyrsta tíðin
Tað er annars ikki so øgiliga nógv, vit vita um ta allarfyrstu tíðina hjá brøðrasamkomuni í Fuglafirði, áðrenn gamla ”Siloa”, varð bygt í 1924. Men okkurt vita vit kortini!

Ein maður, sum fyrst í 20. øld ferðaðist kring landið og helt møti, var Daniel Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin (1871-1916). Í bókini um Dollan, sum Óli Jacobsen gav út í 2010, eru endurgivnar greinar og frásagnir úr Føroyum, sum Dollin hevur skrivað. Her sæst, at hann fleiri ferðir hevur verið í Fuglafirði.

Um heystið 1912 skrivar Dollin m.a., at hann hevði hildið 4 evangelisk møti í dansistovuni í Fuglafirði, og nevnir, at tvær ungar kvinnur haðani vóru doyptar í Sørvági, og at ein onnur kvinna í Fuglafirði var umvend á eini vitjan í Havn.

Í mai 1913 skrivar hann hetta: ”Aftaná vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har tað búgva tvær systrar og ein bróðir, sum er nýliga umvendur. Biðið fyri teimum. Vit høvdu eitt stórt útimøti har og vitjaðu nøkur hús.” Og aftur í oktober 1913 greiðir Dollin soleiðis frá: ”Síðan fór eg umvegis Klaksvík til Fuglafjarðar, har eg hevði útimøti í átta kvøld, umframt at eg hevði heimamøtir fyri tey fáu trúgvandi har.”

Onnur av kvinnunum, sum vórðu doyptar í Sørvági, er allarhelst Poulina Øregaard niðri á Lakjuni, sum seinni giftist til Søldarfjarðar. Sonur hennara, Rasmus, hevur sagt frá, at hon varð frelst og doypt í Sørvági í 1912, 16 ára gomul. Hon var vesturi hjá systur síni, Margrethu, sum var gift har vesturi.

Tann nýliga umvendi maðurin, Dollin sipar til, er uttan iva Fredag Petersen, gamli Fredag (1883-1922). Fredag var sonur Sámal Petur Petersen, gamla skósa, og starvaðist sum arbeiðsmaður og fiskimaður. Av nøkrum fáum orðum frá Jens Klæmint Isaksen av Viðareiði varð hann vaktur til at hugsa um sál sína. Stutt eftir varð hann lagdur inn á bróstsjúkrahúsið í Havn við tuberklum.

Fredag lá á Sanatoriinum í 1910, 1911 og 1912. Hann hevði ikki nakran serligan skúlagang sum barn, so, tá ið hann kom á sjúkrahúsið at liggja, brúkti hann tíðina til at læra seg at lesa. Hann vildi so fegin lesa Bíbliuna og byrjaði heilt frá grundini og keypti sær eina ABC-bók, sum ein ung genta, Johanna Elisabeth Johansen (1892-1978), dóttir gamla Elias í Rættará, lærdi hann at lesa úr. Hon var eisini tuberklasjúklingur.

So skjótt sum Fredag kundi stríða seg ígjøgnum, fór hann at lesa Nýggja Testamenti fyri at finna frelsuvegin. Smátt gekk, men endiliga ein dag kom hann til Jóhs. 5,24: ”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, Ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív”.

Frá tí degi hevði Fredag frið við Gud, og restina av lívinum royndi hann at liva fyri Kristus og vitnaði um hann. Hetta varð grundarlagið undir djúpa kristnilívi hansara.

Eingin samkoma var tá í Fuglafirði, men heimafturkomin fann Fredag saman við einstøk onnur um Guds orð. Eisini læt hann seg doypa og fór at halda kristilig møtir í kjallara sínum heima við hús og seinni – í 1920 til 1922 – í kjallaranum hjá jarðarmóðurini, Kathrinu Sofíu Anthoniussen.

Í 1922 hendi sorgarleikurin við Norðlýsinum, har Fredag sjólætst.

Sambært blaðnum ”Lív og Læru” hevur Victor Danielsen, sum tá framvegis búði í Søldarfirði, verið við til at innrætta sal í kjallaranum hjá jarðarmóðurini.

Í bandupptøku frá 1976 greiðir Hans G. Hansen (1896-1978), vanliga nevndur Hans á Lakjuni í Fuglafirði, frá, at áðrenn salur kom í Fuglafirði, vórðu møtir hildin ymsastaðni, í dansistovuni og í ymsum húsum. Hann minnist fleiri skiparar, sum hildu møti, tá ið teir lógu á Fuglafirði við skipum sínum, m.a. Napoleon í Dali, og brøðurnar Jens Klæmint og Jákup Hendrik Isaksen av Viðareiði. Eisini nevnir hann Andrias Gotfred í Vági.

Hans sigur eisini frá um Fredag Petersen og umvending hansara suðuri á Sanatoriinum í Havn og nevnir, at Fredag mundi vera fyrsti fuglfirðingur, sum bleiv doyptur sum vaksin. Hann var mangan á møti hjá honum, og tað vóru sera góð møtir.

Haraftrat sigur Hans frá, at Víka-Rasmus, og beiggi Fredag, Kristian Petersen, blivu doyptir á sandinum í Fuglafirði. Um seg sjálvan sigur Hans, at hann varð umvendur umborð á sluppini, ”Spurn”, sum Petur Bærentsen, svágur hansara, átti og førdi. Hetta var yviri á Eysturlandinum um heystið 1924. Kona Hans, Malena f. Poulsen (1901-1976), var umvend frammanundan innan fyri Heimamissiónina.

Millum tey fyrstu, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna, vóru eisini Poul Øregaard (1892-1937), niðri á Lakjuni, og kona hansara, Elisabeth (1895-1964), sum var ættað úr Funningi. Tey blivu doypt niðri í fjøruni í Søldarfirði í 1922.

Tað er greitt, at møti hava verið hildin í kjallaranum hjá jarðarmóðurini frá 1920. Har hava bæði Fredag Petersen saman við øðrum havt møti, og seinni vóru fólk frá Frelsunarherinum har. Tað var jarðarmóðirin, Katrine Sofie Anthoniussen, f. Johannesen (1883-1964), sum læt hús síni upp at halda møtir í.

Tann fyrsti salurin
Tað var Oluffa Jacobina Hansen, sum saman við manni sínum, Petur Bærentsen, bygdi tann fyrsta salin hjá Brøðrasamkomuni í Fuglafirði, sum nakað seinni fekk navnið, Siloa.

Oluffa (1891-1982) var dóttir Billu og Óla Hendrik Hansen á Lakjuni uppi við Garð. Hon fór sum heilt ung úr Fuglafirði til Edinburgh í húspláss hjá virknum trúgvandi fólkum, har hon bleiv umvend. Seinni fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til sjúkrasystur, og kom hon útlærd at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fimm ár frá 1915.

Oluffa bleiv síðani biðin um at koma á Suðuroyar Sjúkrahús at arbeiða, og har suðuri hitti hon Petur Bærentsen, sum bleiv maður hennara. Tey giftust inn í Siloa, sum tey høvdu latið byggjað, og sum stóð liðugt til brúdleypið 24. oktober í 1924 – fyri júst 100 árum síðani.

Loftið var innrættað til íbúð í enskum stíli. Øll miðhæddin var gjørd til møtisal, og møtir vórðu nú regluliga hildin í salinum.

Oluffa og Petur Bærentsen vórðu kortini ikki verandi í Fuglafirði, men fluttu suðuraftur til Trongisvágs í 1927, og húsini blivu seld havnarmanninum, Niels Lassen Holm (1855-1933) Hesin Niels Holm var komin til trúgv gjøgnum Sloan og var virkin í Ebenezer. Hann var timburmaður og var m.a. ógvuliga hugaður fyri at stuðla bygging av salum kring landið.

Niels Lassen Holm hevði eins og Oluffa og Petur Bærentsen stóran áhuga í, at samkomuvirksemið helt fram í Fuglafirði, og hann heitti tí á Victor Danielsen um at flyta til Fuglafjarðar. Victor virkaði tá sum trúboðari í Brøðrasamkomuni. Teir báðir kendust væl.

Victor til Fuglafjarðar
Victor Danielsen (1894-1961) var søldfirðingur. Hann giftist í 1920 við Henrikku, f. Olsen (1896-1997), sum eisini var úr Søldarfirði.

Tað var í mai 1928, at tey fluttu til Fuglafjarðar. Í Fuglafirði tók Victor sær av samkomuni, og hann ferðaðist samstundis ógvuliga nógv kring landið at boða evangeliið.

Henrikka Danielsen hevur sagt frá, at tey vóru ógvuliga fáment ta fyrstu tíðina, men tað løgdust nokkso skjótt nøkur aftrat.

Tey, sum hon nevnir frá tí fyrstu tíðini, sum hon minnist úr Fuglafirði, eru Víka-Rasmus og kona hansara, Elsebeth. Jóhanna, kona Høgna M. Høgnesen, Jógvan og Alexandra Høgnesen, Poul og Elisabeth Øregaard. Síðani eru tað mamma Oluffu Bærentsen, Billa Hansen, og synir hennara, Hans G. Hansen, Óli Jøkladal, Sámal Hansen og konur teirra, Malena, Maria og Margretha.

Í yvirliti yvir tey, sum eru doypt í Siloa og búgva í Fuglafirði, sæst, at av tí fyrsta ættarliðinum eru umframt tey, sum nevnd eru omanfyri, hesi doypt, tey flestu fyrst í tríatiárunum: Poul Nolsøe og Jana Olsen, Ingvard Petersen, Samuelina Viðstein, Erling Høgnesen, Max og Trina Fía Johannesen, Ísak og Semina Jacobsen, Anna og Hans Eliassen (á Dalbø), Malena og Óla Jákup Olsen (Gøtu Óla Jákup), Bina og Sámal Jacobsen (í Lambanum), Martina og Sámal Petur Petersen (av Viðareiði).

Henrikka greiðir víðari frá, at tað var skjótt, at tey hildu, at samkoman hevði brúk fyri øllum bygninginum. Eisini var familjan økt, og Victor og Henrikka lótu so hús byggja vesturi við Gjógvará, har tey fluttu inn um jóltíðir 1933.

Niels Lassen Holm doyði í január 1933, og tá keyptu nakrir menn innan fyri brøðrasamkomuna húsið, og eftir at Victor við familju flutti í egin hús, varð Siloa umbygt og alt húsið nýtt til sal.

Út- og nýbyggingar
Í 1950 varð so farið undir eina rættiliga stóra útbygging av Siloa. Bygt varð niðaneftir, og samanlagt gjørdist rúmið meira enn tvífalt tað, sum tað var frammanundan.

Aftur í 1975 varð útbygging gjørd, og nú varð bygt uppí omaneftir. Tá vórðu nýggjur durur og nýggjur køkur gjørdir, og sjálvur salurin gjørdist munandi rúmsáttari.

Miðskeiðis í 80-unum varð avgjørt at fara undir at byggja nýggjan sal. Bygningurin stóð innilokaður í 1988, og pálmasunnudag, 12. apríl 1992, var seinasta møti í gamla Siloa, har litið varð aftur um bak og takkað fyri signingarríkar løtur ígjøgnum nærum 70 ár.

Og skírisdag, 16. apríl 1992, var fyrsta samkoman hildin í tí nýggja húsinum.

Um heystið 1996 varð avtala gjørd við kommununa um ta gomlu ognina, grundøki og samkomuhús. Samkoman í Siloa avhendaði við gávubrævi ognina til Fuglafjarðar kommunu, sum bant seg til at taka bygningin niður og slætta stykkið.

Økið varð síðani fríðkað, og í 2008 skipaði Fuglafjarðar kommuna soleiðis fyri, at standmynd av Victor Danielsen, sum Hans Pauli Olsen, listarmaður hevur gjørt, varð sett á økið.

Ásetingar og viðtøkur
Tað var í veruleikanum ikki fyrrenn í feb. 1950 í sambandi við útbyggingina niðaneftir, at fuglfirðingar tóku ta juridisku ábyrgdina av Siloa, sum við ognarbrævi varð latin tí sjálveigandi stovninum, Siloa í Fuglafirði. Samstundis vórðu ásetingar og viðtøkur gjørdar fyri stovnin.

Í ásetingunum er staðfest, at ”Stovnin, Siloa í Fuglafirði, eigur samkoman, tað er fólkið, sum í dag og á komandi døgum kemur saman í húsinum, Siloa í Fuglafirði, til gudsdýrkanar eftir orði Guds, Bíbliuni, og til kunngerðar av evangeliinum,” og ein sjeymannanevnd stjórnar stovninum.

Reglur eru somuleiðis fyri, hvussu nevndin skal fylla tal sítt, tá ið menn fara úr nevndini ella doyggja, og hon hevur eisini ábyrgd av, at Siloa verður nýtt til tað, sum ásett er í ognarbrævinum – nevniliga: ”Til gudsdyrkanar og kunngerðar av evangeliinum og til nýtslu teirra, sum nú og á komandi døgum virka fyri ríki Guds – við øðrum orðum: Til samkomuhús Guds barna til gudsdýrkan eftir læru Bíbliunnar og til kunngerðar av reina og fría evangelii Kristusar um eina fullfíggjaða, æviga frelsu við deyða og uppreisn Krists eina.”

_ _ _ _ _

Tað er stórt at kunna minnast tey, sum undan eru farin, og at takka fyri, at verkið heldur fram!

Hebrerabrævið 13,7-8 sigur: ”Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.”

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo