Teistin hevur ligið í Skopun í allan dag, tí skipið hevur tekniskar trupulleikar av onkrum slagi sum eru so mikið álvarsligir, at skipið fær ikki siglt.
Sildberin, sum vanliga siglir til Skúvoyar, er fyribils settur inn á leiðina, men tað er neyvan nøkur nøktandi loysn, tí hann tekur bert 30 ferðafólk og ongar bilar.
SSL sigur onki um, hvat tað er sum er galið við Teistanum, og nær roknast kann við, at hann fer at sigla aftur.
Dagføring kl 18: Teistin er farin aftur í regluliga sigling.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo