Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Fyrstaplássið í Polestar-deildini stóð upp á spæl millum SÍ og Mjølnir í toppdystinum í Sørvági í dag, og tað eigur SÍ framvegis eftir tryggan 3-0 sigur, sum eisini merkir, at SÍ hevur vunnið seg í finalurnar um føroyameistaraheitið. Men hóast tap, skal nógv henda, um Mjølnir ikki eisini verður mótstøðulið í finalunum, tí ÍF á triðjaplássinum er átta stig aftanfyri, og hevur spælt ein dyst meira enn Mjølnir.

Tó eru ikki allar vónir burtur hjá Mjølni um at taka fyrstaplássið aftur, sum gevur heimadyst í fyrstu og í eini møguligar triðju finalu, tí vinnur Mjølnir restina av teimum írestandi fimm dystunum, so verður Mjølnir nummar eitt. Dystirnir, Mjølnir hevur eftir, eru: Fleyr (h), Ternan (h), Fleyr (ú), SÍ (ú), ÍF (ú).

SÍ gjørdi sær dælt av svikaligu móttøkunum hjá Mjølni í fyrsta setti, og var fyri tað mesta eini tvey til fýra stig frammanfyri, til settið varð vunnið 25-21.

Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti, men so javnaði Mjølnir til 21-21, eftir at hava verið aftanfyri 15-19. Gleðin var tó stokkut, tí SÍ vann rest og settið 25-21.

Eitt sindur av spenningi kom í triðja setti, hóast SÍ kortini bara var aftanfyri eina ferð í settinum, tá Mjølnir var á odda 17-16. SÍ spældi seg til tríggjar dystarbóltar við støðuna 24-21, men Mjølnir hóraði tó undan og javnaði til 24-24 eftir fleiri lobbarar frá Phil Freere. Tað rakk tó ikki hjá Mjølni, tí við sætta dystarbóltinum eydnaðist loksins SÍ at vinna 28-26 við blokki frá Tóka í Haraldstovu.

Ternan – Fleyr 0-3 (20-25, 23-25, 15-25)
Fleyr spælir framvegis fyri bronsuni, og hon kann gerast veruleiki, um Fleyr vinnur trý stig í heimadystinum ímóti ÍF. Hinir tríggir dystirnir teirra millum hava allir verið fimmsettarar; Fleyr hevur vunnið tveir og ÍF ein.

Men haraftrat skal Fleyr vinna sínar pliktsigrar – og tað eru dystirnir ímóti Ternuni - og so er spurningurin bara, um Fleyr og ÍF megna at taka stig frá SÍ og Mjølni.

Hóast samanumtikið greiðan sigur til Fleyr í dag, so var kortini ikki eiðasørt av mótstøðu frá Ternuni, sum javnaði til 13-13 í fyrsta setti, áðrenn Fleyr sleit seg leyst og vann 25-20.

Í øðrum setti fylgdi Ternan væl við alt settið og var eisini frammanfyri 18-17, tá ið Fleyr vann fýra bóltar á rað og legði seg framum 21-18, áðrenn settið varð vunnið 25-23 við fjórða settbóltinum.

Í triðja setti var tó stórur munur, og Fleyr vann lættliga 25-15.

Støðan í Polestar-deildini:
 

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

12

22

30

2

Mjølnir

11

15

25

3

ÍF

12

-3

17

4

Fleyr

12

-2

15

5

Ternan

11

-32

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo