Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í brævi frá Hákun Djurhuus, stjóra, til Orku sæst, at stjórin í SEV vil hava treytirnar í prísavtaluni broyttar. (Trýst á myndina fyri at lesa tekstin).

Í brævi frá Hákun Djurhuus, stjóra, til Orku sæst, at stjórin í SEV vil hava treytirnar í prísavtaluni broyttar. (Trýst á myndina fyri at lesa tekstin).

Vindfelagið í Húsahaga, sum er dóttirfelag hjá SEV, vann útboðið í kapping við aðrar veitarar í 2014.

Greiðar reglur eru fyri, hvussu streymurin, sum kemur frá myllunum, skal avroknast við SEV. Eitt nú hevur SEV bundið seg til at keypa alla framleiðslu, sum dóttirfelagið er ført fyri at framleiða, sjálvt um SEV av einihvørjari orsøk ikki fær tikið ímóti.

Hinvegin hevur vindmyllufelagið ikki krav uppá, at SEV keypur streym, sum vindmyllufelagið ikki leverar. Til dømis tí eingin vindur er. Hetta er regulerað í prísavtalu millum SEV og Vindfelagið í Húsahaga, sum Orka hevur góðkent.

Staðfestast kann sambært almenna roknskapinum hjá Vindfelagnum, at SEV hevur avroknað 218 Giga Watt tímar tilsamans árini frá 2014 til 2019, men framleiðslan var bara 188 GWt. Miðalprísurin fyri kilo Watt tíman hesi árini hevur verið 33,17 oyru per kWt, og sostatt hevur SEV rindað dóttirfelagnum knappar 10 mió kr ov nógv í mun til prísavtaluna. Tí hon sigur, at avroknast kann bert fyri tað sum er framleitt.

SEV ynskir at fáa prísavtaluna broytta soleiðis, at vindviðurskifti ikki ávirka avrokningina millum SEV og Vindfelagið í Húsahaga. Hetta sæst í innliti, sum VP hevur fingið frá Orku.

Í innlitinum kemur fram, at SEV ynskir § 5 og §6 í verandi prísavtalu broytta soleiðis:

Til § 5 skal hetta leggjast afturat petti 1: ”Somuleiðis hevur Vindfelagið trygd fyri inntøku frá 41,4 GWt (óheft av vindviðurskiftunum), treytað av at vindmyllurnar eru tøkar og kunnu framleiða”.

Til §6 skal petti 2 orðast soleiðis: ”Við ársenda verður samlað uppgerð gjørd. Er ”verulig framleiðsla” samlað yvir árið yvir garantinøgdina á 41,4 GWt verður avroknað fyri hesa. Er ”verulig framleiðsla” samlað yvir árið undir 41,4 GWt, verður avroknað fyri 41,4 GWt, tó við frádrátti av tí partinum av ”onnur niðurregulering og/ella avkopling”, sum ger at summurin ”verulig framleiðsla”, ”niðurreguleringar og/ella avkoplingar, har SEV hevur ábyrgdina” og ”onnur niðurregulering og/ella avkopling” er undir 41,4 GWt. Er talan um reguleringar verður hetta at avrokna á hóskandi hátt teir komandi mánaðirnar, tó í mesta lagi yvir 6 mánaðir.”

Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni hevur upplýst fyri VP, at Orka ikki enn er komin til eina endaliga niðurstøðu hesum viðvíkjandi, men at Orka miðar eftir at fáa hesi viðurskifti avkláraði í næstum.

Les eisini:

SEV fingið freist frá Umhvørvisstovuni

SEV hevur rindað egnum dóttirfelag ov nógv í mun til prísavtalu

Vindorkan verður rætt avroknað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo