Sørvágur: Sørvágs Kommuna hevur givið orkufelagnum SEV loyvi at seta tveir motorar til elframleiðslu upp í grótbrotinum í Sørvági. Loyvið er galdandi í trý ár.
SEV hevur brúk fyri meira elmátti í Sørvági at nøkta tørvin í sambandi við nógv økta vinnuvirksemið í kommununi.
Elmotorar, generatorar, eru ikki ljóðleysir; men ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan fyri galdandi markvirði. Tá framleiðslan fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð.
Teir báðir motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum og royndarkoyrdir, men ymiskt kaðalarbeiði er eftir at gera, áðrenn framleiðslan kann fara í gongd.
Nú arbeitt hevur verið í grótbrotinum, hevur Sørvágs Kommuna nýtt høvið at gera nýtt rekkverk í sambandi við ruskplássið, og í næstum verður eitt nýtt portur sett í.
Ætlanin er eisini at dagføra alt ruskplássið og betra umstøðurnar hjá fólki at sleppa av við ruskið. Várið er í hondum, og fólk fara so smátt at fáast við havaarbeiði aftur, og í tí sambandinum verður eitt nú ein nýggj kvørn til greinar eisini sett upp á ruskplássinum í grótbrotinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo