Setrið: Stóra óvissan og undantaksstøðan við COVID-19 fekk Setrið at flyta evstamark fyri umsóknum gjøgnum kvotu tvey tvær vikur fram. Tann freistin fór í síðstu viku, og hóast talið á umsóknum er vaksið nógv, fáa fólk nú ein møguleika afturat: Tey kunnu søkja inn gjøgnum eina nýggja kvotu trý, sum hevur evstamark á midnátt sunnudagin 10. mai
Serliga skipanin við kvotu 3 er gjørd, tí serligu umstøðurnar, ið koronusjúkan hevur sett alt samfelagið í, krevja serligar - og smidligar - loysnir.
Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/ein-moguleiki-afturat-at-faa-lestrarplass/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo