Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Ber tað til at gera eina virksemisætlan, sum so væl sum til ber svarar til virksemið hjá einstaka læraranum? Henda spurningin umrøddi nevndin í Føroya Lærarafelag við Skúlaleiðarar í november. Tað var Lærarafelagið, sum kallaði inn til fundin, tann fyrsti fundur av sínum slag.

- Endamálið við fundinum var at loysa upp fyri hesum spurninginum, tí leiðslur venda sær til Mentamálaráðið við spurningum um virksemisætlanina, samstundis venda lærarar sær til felagið við ivaspurningum; ynskiligast var, at vit øll draga somu línu og eru samd um, hvat ein virksemisætlan er, og hvussu hvørt einstakt øki verður skrásett í ætlanina, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaður Føroya Lærarafelags vil ikki siga, at loyst var upp fyri øll viðurskiftum í sambandi við virksemisætlanina; tó vil hann siga, at nógv viðurskifti vóru umrødd, umframt at greiða fekst á ymiskum.

- Orsøkin til, at alt viðvíkjandi virksemisætlanini er so trupult, er tí, at skúlaleiðslurnar fyrst mugu taka atlit at øllum teimum lógarkravdu krøvunum; tá ið tey eru komin í virksemisætlanina, verður restin tillagað, so sum tímatillutanin loyvir, og tað er tá trupulleikarnir koma í.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo