Í kvøld kl 19.00 verður árliga seyðauppboðssølan, hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, í pakkhúsinum á Bíargarði í Hvalba.
Í ár eru 11 livandi lomb, 5 gimbur og 6 veðurlomb, 1 livandi veðrur, 3 Suðuroyar sperðlar, 4 sundurlimaðir veðrar og 1 sundurlimað ær umframt 20 lundar, á søluni.
Hettar er 11. seyðauppboðssølan í SNB hevur. Tað byrjaði í smáum og gav nakrar krónur. Í dag er uppboðssølan blivin eitt tíðandi íkast til raksturin av felagnum.
Tað kann bjóðast bæði við at verða á staðnum og bjóða ella umvegis www.gevbod.com har ein sær hvat er til sølu júst tá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo