Skandinaviska flogfelagið SAS hevði 5,7 mia svenskar krónur í halli síðsta roknskaparár. Tað vísir roknskapurin sum í morgun er kunngjørdur.
Tað er hóast alt nakað minni enn árið fyri, sum gav nærum 8 mia sek í halli.
Sølan var væl størri síðsta roknskaparár, hon var góðar 42 mia sek, sum er 10 mia sek meira enn ári frammanundan.
SAS er nýliga bjargað frá at fara á heysin, tí fleiri nýggir íleggjarar hava tikið um endan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo