SAS og Scandic Hotels fara nú at samstarva um nýggja trúfestisskipan, loyalitetsprogram, sum tey nevna 'Friends with benefits'.
Tað ger, at kundarnir hjá hesum báðum norðurlendsku risunum innan ferðavinnu fara at fáa ágóðar tá teir keypa vørur ella tænastur.
Hesum boða teir frá í tíðindaskrivi í morgun.
SAS hevur Eurobonus skipanina, sum eisini Atlantic Airways hevur verið partur av. Skipanin hjá Scandic Hotels kallast Scandic Friends. Tilsamans eru um 11 milliónir limir í báðum skipanum.
Skipanin kemur so spakuliga at virka tíðliga næsta ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo