Eitt flogfar hjá SAS varð í kvøld rakt av snarljósi stutt eftir at tað var farið úr floghavnini í Kastrup til Zürich.
Flogskiparin valdi at bróta ferðina av, venda og trygdarlenda aftur í Kastrup so flogfarið kundi kannast.
Við Ekstrablaðið sigur eitt pressutalsfólk fyri floghavnina, at tað ongantíð var nakar vandi á ferð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo