Sarah er sera bjartskygd um nevadystin leygardagin, har hon hevur bjóðað verandi heimsmeistara, argentinsku Brenda Carabajal av.
Sarah, sum er hálvur føroyingur, hevur verið á venjingarlegu, tað hevur verið sera hart, sigur hon, men nú er hon til dystin fús og ætlar at vísa argentinsku mótstøðukvinnuni hvar skápið skal standa.
- Hon fer at fáa ilt, sigur Sarah í skrivi til miðlarnar í morgun.
Vinnur Sarah er hon fyrsti danski IBF heimsmeistarin í fjøðurvektklassanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo