Siloa: Sunnukvøldið 28. mai kl. 19, verður eitt heilt serligt “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði saman við Øssuri Berghamar og konu hansara, Susan.
Hetta verður ein fagnaðarløta fyri Øssuri Berghamar, sum fylti 75 ár í február, og endamálið er at lovsyngja Harranum ígjøgnum orð og løg, sum Øssur hevur gjørt.
Øssur Berghamar er kendur frá Kristnastovu í Keypmannahavn og sínum trúfasta arbeiði millum lesandi føroyingar í Danmark og vitjanartænastuni millum sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum.
Øssur Berghamar hevur frá ungum av nýtt sínar serligu gávur at yrkja, týða og at gera løg. Hann hevur sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum, og sangir hansara verða nógv sungnir í samkomunum og ikki minst millum tey ungu.
Á fagnaðarløtuni verður nógvur felagssangur, men eisini nakrar framførslur við kór- og solosangi.
Aftaná sangløtuna verður ein drekkamunnur at fáa.
Komið og syngið við!
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo