Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klaksvíkar kommuna: Leygardagin 18. desember frá kl. 14.00 til 16.00 bjóðar integratiónsnevndin ókeypis skoyting, heitt kakao og bollar á økinum við skoytubreytina. Hetta er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nýggju nevndini m.a. er at virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið.

Hetta er fyrsta tiltakið hjá nýggju integratiónsnevndini, sum tók við eftir seinasta býráðsval.

Integratiónsnevndin varð stovnað í 2015, men hetta er fyrstu ferð, at nevndin er umboðað við borgarum, sum hava tilflytarabakgrund og borgarum, sum størsta part av lívinum hava verið búsitandi í Klaksvík. Hendan nýggja samansetingin er ein liður í at sameina tilflytarar og borgarar enn betur. Við m.a. tiltøkum og øðrum átøkum, sum samansjóða føroyska mentan og aðrar umboðandi mentanir í kommununi, fer integratiónsnevndin virkið til verka.

Karl Johansen, borgarstjóri og formaður integratiónsnevndini, sigur, at hann vónar at fleiri mentanir kunnu hittast til hugnaliga samveru við skoytubreytina í morgin.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt prát, at skoyta ella at fáa sær heitt kakao. Bæði tey, sum altíð hava búð í Klaksvík, og tey, sum eru flutt til kommununa. Í góðari frástøðu uttandura vóna vit, at fleiri taka av tilboðum at hitta integratiónsnevndina og onnur vitjandi.

Integratiónsarbeiði í menning
Ein onnur broyting við integratiónsnevndini er, at nýggja nevndin, umframt at vera ráðgevandi, eisini skal vera meira sjónligt virkin. Bæði við tiltøkum og umboðandi Klaksvíkar kommunu á integratiónsøkinum.  

Harumframt skal nevndin lýsa møguleikar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum, sum er mannað við Karl Johansen, borgarstjóra, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, David Im, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl og Daria Zellmer. Felags fyri tey øll er, at tey hava tey royndir og vitan innan ymisk øki, sum kunnu koma tilflytarum í kommununi til góðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo