Havbúnaðarfelagið: Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum í fjør var 89,5 túsund tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til umleið 109 túsund tons í rundari vekt. Sostatt var tøkan aftur á sama støði sum í 2022, tá ið tøkan var 80 túsund tons.
2021 er framvegis metárið fyri tøku, tá ið 95 túsund tons í kruvdari vekt vórðu tikin.
Hóast samlaða tøkan í vekt vaks 11%, var samlaða talið av tiknum laksi í 2024 einans 350 túsund meira enn í 2023. Miðalvektin í 2024 var sostatt 5,25 kg, sum er væl hægri enn miðalvektin upp á 4,82 kg í 2023.
Havbúnaðarfelagið skrásetur tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum hvørja viku og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Tøkutølini kunnu finnast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo