Samgongusamráðingarnar ímillum Framsókn, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin eru slitnaðar.
Tað sigur Aksel V. Johannesen við Dag&Viku í kvøld.
Spurningurin um ríkisveitingina skilti partarnar. Framsókn vildi minka ríkisveitingina men tað vildi Sambandsflokkurin ikki.
Nú fer Javnaðarflokkurin at tosa við Tjóðveldi um aðrar møguleikar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo