Russland hevur ógildað eina avtalu við Ukraina um at ukrainsk skip kunnu flyta út korn ótarnað av krígnum ímillum londini.
Tað skrivar russiska tíðindastovan TASS.
Tað hendir eftir at Ukraina sambært Russlandi skal hava lopið á skip úr russiska svartahavsflotanum sum lógu í ella nærhendis havnabýnum Sevastopol á Krim hálvoynni.
Avtalan varð gjørd ímillum stríðandi partarnar í juli við ST og Turkalandi sum meklarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo