- Svøríki er ikki í Nato enn, men uppførir seg sum um tey eru meira heilg enn pávin. Duga tit at ímynda tykkum eina kjarnorkuspreinging undir jørð nær Tallinn ella Stokhólmi, sum hevði fullkomuliga oyðilagt býirnar, spurdi fyrrverandi obersturin og hernaðarfrøðingurin Mikhail Khodaryonok í russiskum sjónvarpi, har hann eisini bað sviar halda kjaft og minti á, at 215 ár uttan kríggj kanska var í so leingi.
Sendingin var send í statsriknu, russisku sjónvarpsrásini Channel 1, og fyrrverandi obersturin er annars kendur fyri at vera grovur og kensluleysur í sínum orðavali.
Niðanfyri sæst brot úr sendingini sum er lagt út á sosiala miðilin X.
Russian propagandists discuss the possibility of a NATO-Russian war in the Baltic Sea basin.
— Anton Gerashchenko (@Gerashchenko_en) November 11, 2023
They threaten to mine the seabed and set off an underwater nuclear explosion. They threaten Stockholm and Tallinn. pic.twitter.com/1BpEgftafM
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo