- Russland hevur sera strangar reglur fyri, nær kjarnorkuvápn kunnu brúkast, og tað er bert tá tilveran hjá statinum er hótt. Tað segði russiski sendiharrin í Bretlandi, Andrej Kelin, í eini samrøðu við BBC í morgun.
Í seinastuni hevur verið gitt dúgliga, um Russland mann kunna finna uppá at brúka sonevnd taktisk kjarnorkuvápn, sum røkka styttri og oyðileggja minni enn sonevndu strategisku kjarnorkuvápnini. Taktisku vápnini kunnu soleiðis brúkast til at noyða ein fígginda burtur úr einum øki, sum tað ikki hevur lukkast at fáa ræði á við vanligum vápnum.
Men sambært russiska sendiharranum í Bretlandi kemur tað als ikki uppá tal hjá Russlandi at brúka nakað slag av kjarnorkuvápnum, sum støðan er nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo