Russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybolovstvo, hevur skotið upp at banna øllum innflutningi av føroyskum fiskavørum.
Tað skrivar Interfax.ru.
Sambært tíðindaskrivi frá myndugleikanum verður hetta skotið upp sum aftursvar til "sanksjónirnar móti russiskum feløgum."
Sambært áheitanini hjá russiska myndugleikanum á russisku stjórnina er høvuðparturin av innflutninginum úr Føroyum frystur fiskur (sild, makrelur, lodna).
Víst verður eisini á at innflutningurin frá 2018 til 2022 minkaði 50,4% - úr 144,1 túsund tonsum til 71,5 túsund tons.
- Uppskotna bannið fer tí ikki at hava nakra negativa ávirkan á matvørutrygdina hjá Russlandi, verður millum annað sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo