Niðurlendski Wout Weghorst nærkast einum skifti til Manchester United.
Hetta veit Fabrizio Romano, helst heimsins kendasti transferserfrøðingur.
United hevur sambært Romano gjørt eina munnliga avtalu um at leiga niðurlendska áleyparan, tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Kostnaðurin fyri hetta er 3 milliónir evrur.
Burnley er móðirfelagið hjá Weghorst, men hann hevur verið leigaður út til Besiktas hetta síðsta hálva árið, og tað er tað turkiska felagið, sum fær tær tríggjar milliónir evrurnar frá United, skrivar Romano.
Tað einasta, sum restar í, áðrenn Weghorst kann lata seg í reyða United-búnan, er, at Besiktas finnur "tann rætta avloysaran".
30-ára gamli Weghorst var við Niðurlondum til HM-endaspælið í Katar í vetur. Har skeyt hann tvey mál, harav bæði komu í dramatiska fjórðingsfinaludystinum móti Argentina, sum Argentina vann eftir brotssparkskapping.
Í United skal Weghorst royna at fylla tómrúmið eftir Cristiano Ronaldo, sum fekk sekkin í felagnum í november eftir samrøðuna, sum hann gjørdi við journalistin Piers Morgan.
Ronaldo skrivaði í desember undir sáttmála við saudiarabiska felagið Al-Nassr FC.
Excl: Manchester United have reached full, verbal agreement to sign Wout Weghorst! Understand deal will cost around €3m to Besiktas — Weghorst will join on loan from Burnley. ???????? #MUFC
— Fabrizio Romano (@FabrizioRomano) January 10, 2023
Final step needed: Besiktas will only approve the deal if they find the right replacement. pic.twitter.com/3lLOoyA6h2
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo