Stiðin: Fríggjadagin 27. oktober klokkan 13.30 verður í bókasavninum á Glasir framløga av mætasta kærleiksleiki nakrantíð.
Tað er sjónleikurin Romeo og Julia, sum Shakespeare skrivaði fyri 426 árum síðani, og sum nú er týddur meistarliga til føroyskt av Hans Tórgarð.
Hetta er leikurin um unga ást millum tvey sum eru úr klandrandi húskjum í Verona. Men einki kann forða teirra kærleika, og tey vilja heldur doyggja enn liva uttan hvønn annan.
Nú ber so til hjá okkum at lesa hendan lagnuleik í einari lættari føroyskari týðing, og tað verður spennandi nær vit fara at síggja hann á palli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo