Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi víst á tørvin at javnseta og lækka føroyska persónskattin. Tað er tí at fegnast um, at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin og at 11 kommunur hava valt at hækka barnafrádráttin fyri 2025.

Slíkar broytingar eru viðvirkandi til at gera føroyska persónskattin og arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran.

Broytingarnar viðføra, at miðal kommunuskatturin lækkar úr 20,02% niður í 19,97%.

Samstundis hækkar miðal barnafrádrátturin úr 8.036 kr/barn upp í 8.471 kr/barn.

Hóast talan sostatt ikki er um kollveltandi broytingar, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag tó um, at gongdin í kommunuskattinum er røtt, og at miðal kommunuskatturin nú fyri fyrstu ferð í nógv ár er komin niðurum 20%-markið. Til samanberingar var miðal kommunuskatturin í 2015 omanfyri 21%.

Vónandi heldur gongdin við lækkandi kommunuskatti og hækkandi barnafrádrátti fram í komandi árum, og tekur meira dik á seg, so Føroyar gerast meira kappingarførar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo