Í morgun rendi ein bilur á bilverjuna á Høgareyni, sum er omanfyri Vestmanna. Bilurin fór illa, og førarin var ikki at finna. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað var sera nógvur mjørki tíðliga í morgun, og tá bilurin stóð mitt á vegnum, so kundi óhappið blivið størri um aðrir bilar rendu á bilin sum hevði rent á bilverjuna.
Bilurin er fluttur, so hann ikki er til ampa, men hann stendur enn, tí verkfallið ger, at ov lítil manning er til at flyta hann burtur, sigur vakthavandi á politistøðini. Hann sigur, at tey har framvegis leita eftir bilføraranum.
Annars kundi eisini gingið heilt galið, um bilurin fór útav, tí Høgareyn er sum navnið bendir á høgt uppi, og tað er bratt omanav.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo