Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stórur partur av makrelinum, sum bleiv fiskaður í ár, bleiv kunngjørdur í felagskvotu. Avleiðingin var, at skipini blivu tvingað til at fiska stórar nøgdir við verri góðsku, ístaðin fyri øvut: minni nøgdir og betri góðsku. Harafturat bleiv eisini latið upp fyri óavmarkaðari landing uttanlands. Fylgirnar vóru ógvisligar, men væntandi. Stórar nøgdir vórðu landaðar uttanlands, serliga í Norra; restin fór í guano-kvørnina.

Avleiðingin varð: Onki arbeiðið til verkafólkini! Arbeiðsloysið er hart svørð.

Men nú hendi tað gleðiliga fyri fáum døgum síðan, at sildin kom í sjógv, fiskiligur hjá føroyska flotanum. Tað arbeiðandi fólkið er aftur til arbeiðis í dupultum vaktum, so var endiliga vón um at innheinta tað mista, við eini góðari arbeiðsviku- og løn fram til jóla. Skip liggja við kei og landa og fleiri eru á veg inn. Endiliga nakað at gleðast um.

Tað heldur Landsstýrismaðurin tó ikki, tíverri!

Hann hevur aftur, av sínum eintingum, gjørt av, at tað skal verða møguligt, at landa alla sildina uttan fyri Føroyar! Aftur eitt týðiligt tekin um, at endamálið er at týna fiskavirkini í Føroyum. Hví, tað kann man bara gita um.

Henda dáragerð er beint ímóti tí, sum okkara grannalond gera. Grannalondini gera alt fyri, at menna fiskivitanina í landinum. Í Íslandi verða skip/reiðarí revsað í kvotu fyri at landa uttanfyri Ísland. Norra, Danmark og Bretland hava áleið somu forðingar, uttan í heilt serligum førum.

Okur eggja ikki til víðari framleiðslu. Beint øvut. Stórur partur av botnfiskinum fer óvirkaður av landinum til láglønarlond. Og uppisjóvarfiskurin, ja, tað er sjón fyri søgn, hvør skal arbeiða hann.

Endamálið má fyrst og fremst verða, at føroyingar sleppa at arbeiða fiskin, sum føroyingar fiska. Menning og framleiðsla av føroyskum fiskaútdráttum má vera í Føroyum, tí annars koma okur ikki víðari.

Okur mugu flyta okkum frá at vera eitt rávørufilial, ið útflytur óvirkaðan fisk til matvøruframleiðslu uttanlands, soleiðis at fiskivitan í fiskavirking og í fiskiútbúnaði verður verandi í Føroyum.

Einki annað gevur meining – yvirhøvur!

Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo