Manchester United og Newcastle United leiktu seg í kvøld víðari til hálvfinalurnar í Carabao Cup, sum er tann minna steypakappingin í Onglandi.
Á Old Trafford vann Manchester United 3-0 móti Charlton Athletic, meðan Newcastle United vann 2-0 heima móti Leicester City.
Marcus Rashford er í hopla fyri tíðina og skeyt eisini tvey mál í dystinum í kvøld, hóast hann ikki spældi meira enn umleið 30 minuttir.
Hann kom inn í seinna hálvleiki, og tá var støðan 1-0 til United, eftir at Antony hevði lagt heimamenninar á odda í 21. minutti.
Málini hjá Rashford komu í 90. og 94. minutti.
Málini hjá Newcastle United skutu Dan Burn (60) og Joelinton (72).
Í annaðkvøld eru hinar báðar fjórðingsfinalurnar í Carabao Cup á skránni. Nottingham Forest tekur móti Wolverhampton Wanderers, meðan Southampton tekur móti Manchester City.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo