Bakkafrost: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2022 var 418 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21,4 túsund tons, harav 17,5 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 4,0 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 29 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 86 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 405 milliónir krónur í mun 408 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska virksemi okkara. Lúsatølini hava verið lág og fellið lágt í fyrsta ársfjórðingi. Mongdirnar økjast alsamt komandi árini og fyri at røkka teimu 100.000 tonsunum av laksi, ið vit ætla at taka í Føroyum í 2026, so er tørvur á størri og fleiri smoltstøðum á landi. Í løtuni útbyggja vit smoltstøðirnar á Glyvradali og Norðtoftum, og gongur hetta arbeiði eftir ætlan.
Í Skotlandi gongur rættan veg við teim átøkum, sum eru sett í verk. Seinna hálvár í fjør var sera trupult. Gongdin batnaði móti ársenda og er batnað enn meir í fyrsta ársfjórðingi 2022. Í mars høvdu vit einki óvanligt felli og skotski aligeirin hevði aftur yvirskot.
Í mars fingu vit eitt nýtt skip í Skotlandi, ið hevur stóra orku til feskvatnsviðgerð. Hetta er ein týðandi liður í at minka um lívfrøðiliga váðan í skotsku alingini. Útbyggingin av smoltstøðini á Applecross gongur eftir ætlan – seint í ár verður fjórða byggistig liðugt og fer at gera okkum før fyri at framleiða munandi størri smolt við nógv betur góðsku, enn vit kunnu í dag.
Órógv í alheims veitingarketum hevur styrkt tørvin á lokalum veitingum. Bakkafrost hevur eina sterka støðu við sterkum lokalum veitarakervi, eftirsum umleið tveir triðingar av innkeypinum er frá lokalum veitarum, og Bakkafrost harumframt hevur góða atgongd til lokalar rávørur til fóðurframleiðslu.
Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur higartil í ár og hóast teir fella nakað, vænta vit lutfalsliga høgar prísir restina av árinum, tí eingin vøkstur er í útboðnum av laksi fyri árið samanlagt.”
Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.400 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.500 tons tikin í Føroyum í mun til 14.000 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 4.000 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.000 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,0 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,0 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,3 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til 218,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 471,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, samanborið við 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 52,6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarhall á 7,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 29,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2022 var 86,4 milliónir krónur, samanborið við 48,3 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.192 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022, í mun til 2.126 milliónir krónur við ársenda 2021. Bakkafrost hevði 2.999 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 29. apríl 2022, varð samtykt, at 5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 20. mai 2022.
ÚTLIT
Marknaður
Útboðið av laksi minkaði 7%
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi minkaði umleið 6,7% í fyrsta ársfjórðingi 2022, í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við goymslubroytingum, minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 7,0% í ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing 2021.
Laksaprísurin var 47% hægri
Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi var 47,1% hægri í fyrsta ársfjórðingi 2022, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Minkaða útboðið av laksi, økti eftirspurningurin og príshækkingar á øðrum matvørum elvdi til hægri laksaprís. Matstovuvinnan hevur ment seg aftur aftaná koronufarsóttina og hetta økir eftirspurningin eftir laksi.
Útboðið minkar í seinnu helvt av 2022
Altjóða útboðið av laksi í fyrru helvt av 2022 verður mett at minka 7%, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Fyri alt 2022 minkar útboðið av laksi væntandi 1% í mun til árið fyri, tá ið goymslubroytingar eru íroknaðar.
Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.
Aling
Alingin í Føroyum hevur staðið seg væl í hesum ársfjórðinginum. Lúsatølini hava verið lág og fellið somuleiðis lágt. Í summar verður viðgerðarorkan hjá Bakkafrost munandi økt, tá ið nýggi stóri brunnbáturin, Bakkafossur, verður liðugur. Bakkafossur, ið hevur sjógvtangar á 7.000m3, umframt tangar á 3.000m3 til feskvatnsviðgerð, fer at minka lívfrøðiliga váðan enn meira.
Útbyggingin av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, og nýggja smoltstøðin í Ónavík, fer at gera tað møguligt hjá Bakkafrost at framleiða meira enn 23 milliónir smolt, við eini miðalvekt á 500g í 2026. Harumframt eru smávegis tillagingar longu gjørdar á smoltstøðini við Strond, ið hava ført við sær at útsettu smoltini haðani hava roynst sera væl í sjónum.
Alingin í Skotlandi hevur gingið munandi betur í hesum ársfjórðinginum, samanborið við triðja og fjórða ársfjórðing 2021, tá ið stórar lívfrøðiligar avbjóðingar vóru og fellið var óvanliga stórt. Orsøkin tá var at fiskur, ið hevði ringa toknuheilsu, brádliga varð raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stimum av pinkuhvalspýggjum. Bakkafrost hevði ikki neyðugu viðgerðarorkuna við feskvatni og tískil førdi hetta til stórt felli. Mótvegis ársenda 2021 batnaði støðan, men nakað hægri felli var framvegis á nøkrum fáum aliøkjum til miðskeiðis í fyrsta ársfjórðingi 2022. Í seinnu helvt av ársfjórðinginum var fellið aftur sum vanligt og tískil var einki útreiðsluført í mars mánað fyri óvanligt felli og skotski aligeirin hevði aftur avlop.
Bakkafrost hevur longu gjørt eina røð av betringum av arbeiðshættum í Skotlandi. Millum annað er nýggj alistrategi sett í verk og síggja vit longu góð úrslit av hesum á laksinum, ið er settur út eftir nýggju strategiini.
Í mars mánað fekk Bakkafrost ein nýggjan brunnbát í Skotlandi. Hesin hevur stóra feskvatnsviðgerðarorku, ið nú er vorðin tvífaldað. Hetta hevur stóran týdning fyri at kunna betra um toknuheilsuna hjá fiskinum, minka um lívfrøðiliga váðan og sostatt eisini minka um fellið.
Bakkafrost ætlar eisini at ala stór smolt í Skotlandi og byggir tískil nýggjar smoltstøðir har. Í løtuni verður smoltstøðin, Applecross, víðkað og verður hon væntandi liðug síðst í 2022. Tá verður árliga framleiðsluorkan á Applecross 8 milliónir smolt á 250g. Komandi útbyggingar av smoltstøðum í Skotlandi fara í 2026 at geva Bakkafrost eina árliga framleiðsluorku í Skotlandi á 18 milliónir smolt á 500g. Í fyrsta ársfjórðingi var miðalvektin á útsetta smoltinum í Skotlandi 102g, ið er 15% hægri enn sama tíðarskeið árið fyri. Í 2022 verður miðalvektin væntandi 120g og fer miðalvektin væntandi at økjast munandi meira í 2023.
Bakkafrost hevur tryggjað sær grundøki i Skotlandi til næstu stóru smoltstøðina. Onkrar kanningar eru eftir at gera áðrenn byggjast kann. Gongur sum ætlað, byrjar byggingin av næstu smoltstøðini í seinnu helvt av 2022. Strategiin við størri smolti er ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.
Smolt útseting
Í 2022 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,9 milliónir stór smolt í Føroyum og 10,8 milliónir smolt á 120g í Skotlandi.
Milliónir smolt | 2022 | 2021 | 2020 | 2019 | 2018 |
FO | 14.9 | 14.4 | 14.3 | 12.7 | 12.6 |
SCT | 10.8 | 11.1 | 10.4 | 12.4 | 8.6 |
Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2022 verður 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 32% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753 túsund tons, sum er ein lækking á 19% samanborið við 2021.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi nakað tað sama sum í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 verður mett til 130.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Á íleggjaradøgunum tann 14. og 15. september 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.
Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum hevur Bakkafrost í desember 2021 undirskrivað 5 ára avtalu um burðardygga endurfígging av samtakinum við 700 milliónum evrum, umframt atgongd til 150 milliónir evrur í eykafígging um neyðugt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo