Rættleiðing til “Brotsvarpið” hjá Frihedsbrevet í samband við rættarmálið, har Marita Hentze, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu hevur stevnt Reidar F. Joensen varabýráðslimi hjá Borgaralistanum, í síðstu setu, í Runavíkar kommunu.
Andstøða var ikki í Runavíkar kommunu síðstu setu. Tó kann sigast, at tað var 1 meiriluti og 10 minnilutar.
Í endanum av fyrra parti av “Brotsvarpinum” sigur Jan Lamhauge, at eg havi melda Runavíkar kommunu fyri valsvik. Hetta er beinleiðis ósatt.
Eg havi meldað møguligt valsvik til Løgregluna, og kært avgerðina hjá Runavíkar kommunu, viðvíkjandi fínteljingini, til Løgmálaráðið.
Hetta gjørdi eg, tí at málið um møguligt valsvik, snýr seg ikki um fínteljingina, men tað, at atkvøðuseðlarnir í Oyndarfirði ikki komu til valhølið í Runavík sama kvøldið, valið var. Og vóru teir heldur ikki undir lás og slá náttina yvir.
Jonhard Danielsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo