Ein ræðulig hending fór fram í Schiphol floghavnini í Amsterdam mikudagin, tá eitt eitt fólk varð sogið inn í motorin á einum KLM flogfari.
Flogfarið sum flogfelagið KLM eigur, skuldi úr Amsterdam til Billund.
Nógv fólk sóu hendingina, bæði fólk í flogfarinum og onnur.
Viðkomandi lat lív á staðnum.
Miðilin Check-in skrivar, at myndugleikarnir á staðnum ikki umrøða hendingina sum eina vanlukku. Og at tað kann benda á, at viðkomandi doyði fyri egnari hond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo