Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15, skipa Løgmansskrivstovan, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið fyri Ráðstevnu um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.
Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.
Á ráðstevnuni verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:
- Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
- Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleika?
Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini, úr ymiskum sjónarhornum, og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.
Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík, og luttøka er ókeypis. Tað er tó neyðugt at melda til, við at senda ein teldupost til jennyt(at)tinganes.fo
Les alla skránna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo