Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017.

Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 233 fólkum, svarandi til 1,2%. Men merkisvert er, at vøksturin var næstan líka stórur í Eysturoyar sýslu við 206 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann størstur í Vága sýslu við 2,1%, síðani í Eysturoyar sýslu við 1,9%, á triðja plássið í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 1,6%, á fjórða plássið kemur Norðoya sýsla við 1,5%, á fimta plássi Sandoyar sýsla við 1,4%, og so á sætta plássið Tórshavnarøkið við 1,2% og ikki langt aftan fyri Suðuroyar sýsla við 1,0%.

Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 732 tekur Tórshavnarøkið 233 ella 32%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið, altso 1. aug. 2015 – 1. aug. 2016, so var fólkavøksturin á 588, men Tórshavnarøkið tók tá 386 av hesum ella heili 66%.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn fyri einum ári síðani. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður úr tveimum triðingum niður í ein, og hinvegin hava økini uttan fyri høvuðsstaðin økt um sín part av fólkavøkstrinum úr einum upp í tveir triðingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo