Prísurin fyri Articon var 144 mió kr.
Tað sæst í fráboðanini, sum danska byggifyritøkan Per Aarsleff, sum skal keypa meirilutan av Articon, hevur sent út í dag.
Har sæst eisini, at føroysku kappingarmyndugleikarnir skulu góðkenna handilin, áðrenn hann er endaligur. Eisini skulu væntanirnar til roknskaparúrslitið hjá Articon fyri inniverandi roknskaparár setast inn, tá handilin er endaliga góðkendur, verður sagt.
Jón Sigurdsson og Niclas Joensen eiga Articon áðrenn handilin, og koma framhaldandi at eiga 10% av fyritøkuni eftir handilin.
Les eisini: - Broyting í eigaraviðurskiftum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo