Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danmark fer at missa Grønland til USA og Føroyar til Russland.

Tað er yvirskriftin í nýggjari grein á ensku versjónini av Pravda, sum er gamal, statsstýrdur miðil í Russlandi.

Ongin kelda verður endurgivin í greinini, ella greiningini av støðuni, sum Danmark er endað í av orðunum hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum ætlar at ogna sær Grønland.

Greinaskrivarin, Lyuba Lulko, hevur starvast fyri Pravda síðani 2007 og fæst serliga við útlendsk viðurskifti. Í greinini vísir hon millum annað á fiskivinnusamstarvið ímillum Føroyar og Russland, sum hevur verið síðani 1977, og sum hevur staðið við, hóast ES og onnur lond hava boykottað slíkt samstarv við Russland seinast nógvu árini.

- Paranoidu danirnir halda, at russar kunnu brúka Føroyar til at njósnast ímóti vesturheiminum (...) um Grønland fær sjálvstýri fara føroyingar sama veg. Og viðurskiftini ímillum Føroyar og Russland kunnu menna seg til eina sterka samgongu. Og, hvør veit, kanska byggir Russland eina útgerðarhavn í Føroyum einaferð í framtíðini.

Les greinina her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo