Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú eru skjótt 3 ár liðin síðani Putin miskunnarleyst legði á Ukraina. Russar eru eirindarleysir. Ukraina verður miðvíst sorlað sundur. Farið verður uttan fyrilit eftir øllum, sum gevur sivilum møguleikar at lívbjarga sær.

Á hertiknu økjunum eru 100túsundir rikin inn í Russland og hevur ST skjalprógvað, at minst 30tús. børn eru stolin frá foreldrunum at verða endurald í Russlandi.

6,5 mio ukrainar eru flýddir vesturum og 3,7 milliónir eru flóttar í egnum landi, flýdd frá yvirgangi og oyðing

Á hermótinum verður sovjettiski taktikkurin nýttur, har túsundir av mest óroyndu hermonnunum áhaldandi verða sendir fremstir í álopunum á ukrainar.

Dagliga missa russar upp í 1500 hermenn. Seinastu 3 mðr. verður mett, at russar hava mist 126.000 menn, deyðir ella særdir fyri lívið. Og úrslitið?

Teir hava tikið øki svarandi til støddina av Viborg Kommunu í DK. Men fyri despotarnar í Kreml hevur hetta ongan týdning. Mannalív eru týdningarleys, júst sum undir Stalin.

Assad, vinmaður Putins
Um dagarnar varð Bashar al-Assad, fremsti sameindi og viðhaldsmaður hjá Putin, rikin frá valdinum. Assad flýddi til hjartavinin í Moskva, har Putin tóg ímóti og alment boðaði frá, at Rusland ongantíð svíkur sínar vinir.

Síðani eru ræðuleikarnir í Sýria komnir í ljósmála. Umframt milliónir av sýriskum fløttum og sundursorlaðum býum, so eru ræðuleikarnir í fongslunum hjá Assad eisini komnir undan kavi. Bara í Sednaya fongslinum er 10túsundir torturerað og myrd.

Túsundir av loftálopum
At tryggja valdið hjá Assad síðani borgarakríggið byrjaði í 2011, hevur Putin treytaleyst stuðlað einaræðinum í Sýria móti andstøðufylkingunum í landinum. 

Russar hava framt túsundir av loftálopum allastaðni í Sýria síðani september 2015 til 2021. Samanlagt útvið 40.000 loftálop, har eingin munur bleiv gjørdur á sivilum og uppreistrarfólkum.

Fyrilitarleyst vórðu brúktar tyssubumbur og termobariskar bumbur, har 10túsundir lógu eftirá. Somu bumbur, sum nú verða tveittar yvir Ukraina.

Stuðulin til Assad var sostatt markleysur, har russar royndu nýggj oyðingarvápn og sum vóru avgerandi fyri, at Assad ikki misti valdið í 2015.

Øll árini, meðan borgarakríggið vardi, var Putin sostatt treytaleysi stuðulin hjá despotinum Assad. Umframt áhaldandi loftálop, vóru eisini russiskar hermenn, sum stríddust við herinum hjá Assad, so einaræðisharrin við heljartaki kundi sita við valdinum.

Sama slag
Hvørjir eru so líkleikarnir millum Vladimir Putin og Bashar al-Assad?

Báðir hava kjølfest sítt vald á harðræði. Eingin andstøða loyvd, fullkomið eftirlit við miðlunum og trygdartænasta, sum tryggjar markleysa valdið.

Móti politiskum andstøðingum og sivilum annars eru valdsgerðir meginreglan. Hjá Assad var torturur og dráp gerandiskostur.

Putin hevur heldur ikki ligið á latu síðuni. Í Russlandi er øll andstøða hótt, jagstrað og fongslað.

Ótald dømi eru um, at tíðindafólk í Russlandi eru myrd, mótstøðufólk burturblivin ella eru dottin av altanum og úr vindeygum, eru eitrað til deyðis og tað sum verri er.

Kendastu eru Anna Politkovskaja (ein av minst 37 myrdum journalistum), sum arbeiddi á Novaya Gazeta, ið bleiv myrd og andstøðingurin Alexej Navalny, sum fyrst var eitraður og seinni fongslaður, og sum 16. februar í ár brádliga doyði/myrdur í fangalegu í Sibiria, har hann var dømdur at sita í 19 ár.

Fyri lívið
Bæði Assad og Putin høvdu/hava sama endamál, at sita við valdinum fyri lívið. Assad sat síðani 2000 við valdinum umvegis harðræði og borgarakríggj, meðan Putin hevur forkomið allari andstøðu, kvalt allar frælsar miðlar og síðani broytt russisku stjórnarskipanina, so hann kann verða sitandi við valdinum.

Annað, sum hevur eyðkent Puitn og Assad er viljin at nýta hermegi fyri at halda fast við valdið og fremja egin áhugamál. Assad gjørdi tað í Sýria, meðan Putin hevur nýtt hermegi uttanfyri Russland – í Tjetjenia, Georgia, Krim, Donbass og nú Ukraina.

Sabotaga og falstíðindi
Harumframt hevur Putin skipað fyri áhaldandi hybridálopum á vestanlond. Sabotaga verður framd móti samskiftiskervinum og skipaðar frásagnir við falstíðindum reika á internetinum.

Sambært ES eru fleiri enn 30 mio. falstíðindi varpað frá russiskum teldusníkum á europeisku alnetini bara í ár.

Endamálið er eittans – at bera lygisøgur at undirgrava trúðvirðið í demokratisku londunum. Falssøgur, sum verða endurgivnar av apologetum Putins vestanfyri.

Fregnartænasturnar í Vesturheiminum hava nú fult fokus á russiskar aktivitetir um okkara leiðir. Fyrr í ár avdúkaði amerikanska fregnartænastan m.a., at russar løgdu ætlanir at myrða forstjóran í Rheinmetall, týsk vápnaverksmiðja, sum veitir vápn til Ukraina.

Popaganda
Valdsstýrini hjá Assad og Putin hava innlendis brúkt propaganda og fakenews at kontrollera almenna tíðindaflutningin.

Miðlarnir verða nýttir at villeiða og at siga frá, at teirra leiðarar bert hava sum uppgávu at verja tjóðina og fólk móti útlendskum agressorum og so annars at ákæra andstøðingar at vera brotsmenn ella landasvíkjarar.

Putin og Assad hava eisini brúkt nógva orku at mála skemdarmynd av Europa og USA. Við antivestligum retorikki skuldsett Vestanlondini fyri at destabilisera Russland og Sýria, og hava brúkt síni páhald at legimitera egnan politikk heima sum burturi.

Korruptión
At gøllhalda um valdið hevur korruptión verið samantvinnaður partur av valdstýrunum hjá Putin og Assad, har valdið er tengt at trúfesti, persónligum sambondum og mutri. Fíggjarliga tilfeingið er undir tamarhaldi hjá einaræðisstuðulum – oligarkum.

Munurin millum Assad og Putin hevur verið, at Putin hevur valdið á einum kjarnorkuveldi, meðan Assad sat við valdinum í Sýria, sum er eitt fragmenterað land, uttan altjóða ávirkan.

Nú situr drápsmaðurin Assad fjálgt hjá vinmanninum í Moskva, sum er í parlagi við despotin Kim Jong-un. Hvør er hugsjónarligi munurin á hesum báðum? Ja, tað kunnu vit so reflektera yvir í Føroyum.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo