Seinasti dagur í Umhvørvisvikuni 2017 er í morgin, leygardagin. Nógv tiltøk eru á skránni, m.a. ókeypis plantupakki og nógv onnur tiltøk í miðbýnum. Skráin sær soleiðis út:
Leygardagur 29. apríl:
kl. 10.00 Plantið eitt træ
Øll fáa ein ókeypis plantupakka at taka heim við. Trý sløg at plantupakkum eru at velja ímillum:
• plantupakki við harðbaldnum runnum og trøum
• berjarunnarpakki
• pakki við fleiráraurtum
Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 6.mai.
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, handar vinningarnar til vinnararnar av teknikappingini.
Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall
Plantumarknaður í gongugøtuni
“Plastnýstla og plastdálking”
Framsýning í Speakers Corner, Vaglið.
Kreativur verkstaður um plast
“Handil við leysvekstsvørum”
Framsýning á Vaglinum.
“Plastsansarúm”
Framsýning úr plastburturkasti í Perluni. Remida Føroyar skipar fyri tiltakinum. Opið er til kl 15.
Plastburturkast í Steinatúni
Glasklár bingja sýnir fram plastburturkast frá ruddingardøgunum í Steinatúni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo