Konspirationsteoretikarar og bólkar, sum eru ímóti myndugleikunum undir til dømis korona farsóttini eru millum bólkarnar, sum PET metir kunnu gerast ein hóttan móti trygdini.
Tað stendur í frágreiðingini, sum Center for Terroranalyse under PET legði fram fyrr í dag.
- Tað kann vera ein hóttan móti demokratinum. Millum annað tí trúgvin á fakta verður máað undan, vit missa trúnna á okkara politikarar og myndugleikarnar, sigur Trine Maria Ilsøe á DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo